Medistari I Karri

Tabs, letra y acordes de 'Medistari I Karri' por Sámal Ravnsfjall

G  C   x2 

G                         C            G 
Sigmund æt ein drongur sum eg kendi her í býnum. 
G              Em       C              D 
mamman Jakobina seldi vaflir undir krígnum 
G                                 C     G 
tey búðu í ein grønum húsum uppi undir Varða 
 C            G           D      
og Sigmund átti búður har hann hevði ein taman stara 
Am                 C          D       G 
og ein dag uppundir ólavsøku mundi endað galið 
Am                       C                   D   
tá hevði hann svølgt ein staralort og fór á hospitalið 
C            G     C                G 
hin gamla stóð í túninum so korkareyð í fjesi 
   C         G                       D                   G 
áh hasin dummi hundurin hann heldur seg vera eitt vesi 

So flutti hann til Danmarkar, trúðlovaðist Mikalu 
hon dóttir var ein slaktara við farsi sum spesiali 
Mikala gjørdist bumbutjúkk og føddi sonin Gundur 
og Sigmund stóð við hvørnina sum elti farsi sundur 
tað næsta sum eg hoyrdi var at Sigmund var forsvunnin 
teir leitaðu og dreggjaðu men aldri bleiv hann funnin 
nú hevði hann so segði hann júst fatur í tí rætta 
tað var nú ólukksáligt ha? .. men soleiðis var hatta 

So gekk man og funderaði og tú hevði væl gjørt tað sama 
um grundirnar og orsøkir og hví og allan trama 
men best sum er eitt leygarkvøld varð hend gátan svarað 
tað hendi við eitt reisigildið uppi undir Varða 
mín góði vinur Jóan Karl vað byrjaður at reirast 
eitt typehús var úrslitið og hetta mátti feirast 
við borið sótu hann og eg og systkinabarnið Harry 
menuin var ein øl og so medistari í karry 

Vit sita so og eta har og práta um tað farna 
um kreppuna í landinum og um skutarin hjá Arna 
so bítið eg í okkurt hart og sviðin er so meinur 
ein knykil er í pylsuni so harður sum ein steinur 
eg spýtið út og tað sum datt á borið var ein ringur 
ovalur og skamfílaður úr deiggjinum hann stingur 
graveringin fekk heilarútmur heilt upp á hægsta skala 
har stóðu nøkur tøl og so til endands tín Mikala 

Sum ryssa yvir deyðum fylið sótu vit gemalar 
og gløddu hvør at øðrum tríggir bleikir kannibalar 
við Sigmundi í tarminum vit sótu samanlæstir 
men skuldið hann nú etast ja so vóru vit væl næstir 
ja tað er ikki lukkuligt segði eg við Harry 
at enda sínar dagar sum medistari í karry 
vit hildu líkasum ervi saman kvøldið eftir 
av trygdarávum ótu vit rabarbugreyt og knettir

El material contenido en esta página es para exclusivo uso privado y con propósito meramente educativo, se prohibe su reproducción y uso con fines comerciales